Teir sigldu úti onnur bók

Teir sigldu úti (2:5)

Bólkur: Ljóðbøkur

Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini ”Teir sigldu úti” um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskum skipum tann 9. apríl 1940, og aðrir, sum høvdu bústað uttan fyri Føroyar, vóru eisini í sigling. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um

Í hesi bókini umrøða vit miðvingin Andreas Hansen, sum sat fastur eysturi á Java í fýra ár, havnardreingirnar Lill Mohr og Halgir Winther,sum sigldu sum matrósar øll stríðsárini og tvøroyrarbrøðurnar Jógvan, Gustav og Thorvald Mortensen, sum seinni búsettust hvør í sínum heimsparti.

Her finna tygum frásagnir um skopuningin Edward Mittelstein og stykkjamannin Eigil Christiansen, sum fóru í bretska herflotan, frágreiðng frá vágbinginum Arna Sumberg, sum var torpederaður sunnanfyri Ísland og greinir um hvalvíksbrøðurnar Hans Helga og Carl Joensen, sum sigldu sum stýrimenn.

Við skúlaskipinuin „Danmark“ var tvøroyaradrongurin Henry Lindberg og tríggir aðrir føroyingar. Hvat varð teirra lagna? Við framkomna danska skipinum „Selandia“ var sørvingurin Hans Pauli Mouritzen burtur í sjey ár. Hvussu hevði hann tað?

Útgáva: Forlagið Hvessingur, Tórshavn 1991

Magni Arge, Erling Isholm og Uni Arge lesa.

Vælkomin at deila