Teir sigldu úti (5:5)

Bólkur: Bøkur, Siglingarsøgan

Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir Siglu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskumskipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um.

Hendan seinasta bókin hjá Niels Juel Arge um teir, sum sigldu úti undir 
seinna heimsbardaga, spennir víða, eins og hinar fýra.
Her verður sagt frá føroyskum sjómonnum í ymsum størvum og ymsari 
sigling um allan knøttin.
Høvundurin Niels Juel Arge doyði 74 ára gamal, men hevði fyrireikað útgávuna av hesi fimtu bókini, áðrenn hann legði pennin 5. mars 1995.
Hann setti ein varða yvir sjómenninar í vandasigling millum Føroyar, Ísland 
og Bretland við fyrru bókarøðini, Stríðsárini 1940-45.
Tað var honum umráðandi eisini at seta ein varða yvir teir mongu føroysku
 sjómenn, sum sigldu vandasigling um allan knøttin hesi ringu og avgerandi ár.
 Síni seinastu ár halgaði hann hesum verki, sum nú er lokið.

Vælkomin at deila