Teir sigldu úti onnur bók

Teir sigldu úti (2:5)

Bólkur: Bøkur, Siglingarsøgan

Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir Siglu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskumskipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um.


Í hesi bókini umrøða vit miðvingin Andreas Hansen, sum sat fastur
eysturi á Java í fýra ár, havnardreingirnar Lill Mohr og Halgir Winther,
sum sigldu sum matrósar øll stríðsárini og tvøroyrarbrøðurnar Jógvan,
Gustav og Thorvald Mortensen, sum seinni búsettust hvør í sínum heimsparti.

Her finna tygum frásagnir um skopuningin Edward Mittelstein og
stykkjamannin Eigil Christiansen, sum fóru í bretska herflotan, frágreiðng frá vágbinginum Arna Sumberg, sum var torpederaður sunnanfyri
ísland og greinir um hvalvíksbrøðurnar Hans Helga og Carl Joensen, sum
sigldu sum stýrimenn.

Við skúlaskipinuin „Danmark“ var tvøroyaradrongurin Henry Lind-
berg og tríggir aðrir føroyingar. Hvat varð teirra lagna? Við framkomna
danska skipinum „Selandia“ var sørvingurin Hans Pauli Mouritzen burtur
í sjey ár. Hvussu hevði hann tað?

Útgáva: Forlagið Hvessingur, Tórshavn 1991.

Vælkomin at deila