Teir sigldu úti (4:5)
Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir Siglu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskumskipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um.
Hoyr ljóðbókina her:
Magni Arge lesur
Í hesi fjórðu bókini kunna tygum lesa um havnardrongin úr Skótaliði Sigmunds Brestissonar, sum var millum teir fyrstu sameindu herflotamenninar, ið stigu fótin á land í sjálvum Japan í 1945. Hann æt William Martin við Stein, og var stoltur av at hava verið við til al berja japonsku bølmennini niður.
Tygum kunnu lesa um skálvíkingin Tummas Jákup Jensen, sum varð settur at stýra skip sítt upp á Omaha Beach í Normandínum, tá teir sameindu gjørdu innrás. Boðini gav Martin Joensen í Kvídni í Sumba.
Hann var stýrimaður og leit bara skálvíkingum hetta til. Sjálvur var Martin fyri mongum forlissi undir krígnum, og eina ferð bjargaðist hann einsamallur eftir fleiri vikur á bjargingarflaka.
Bróður hansara Herluf Joensen var millum fyrstu innibyrgdu sjómenn í Marokko, sum tók til rýmingar við seglbáti heilt til Gibraltar. Og suðuri í Dakar tók Hannis á Kák í Havn til somu ráð: Slapp sær til rýmingar undan tropudeyðanum við einum bjargingarbáti.
Tygum kunna eisini lesa um fugloyingin Óla Jákup Fugloy, sum tá á skipi í Bari í ltalia, tá seytjan skip sprongdust í luftina, og tygum kunna lesa um brøðurnar Hannis og Kristin Durhuus úr Vestmanna. Hannis var millum teír seinastu sjómenninir, sum slapp úr Fraklandi, og Kristin fekk heiðursteknið Member of British Empire fyri at bjarga fólki og skipi í Cardiff.