Teir sigldu úti (3:5)
Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir sigldu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskumskipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um.
Hoyr ljóðbókina her:
Magni Arge lesur
Triðja bókin hjá Niels Juel Arge í røðini „Teir sigldu úti“ er ikki minni spennandi og upplýsandi lesnaður enn tær báðar fyrru bøkurnar. Hesaferð verður eitt nú gjørt burturúr teimum korum, sum føroyingar livdu undir í kinesiska býnum Shanghai øll fimm stríðsárini. Har var kríggj millum japanarar og kinesarar, og sjómenn kundu ikki vænta at sleppa við lívinum, komu teir í kløtur við myndugleikarnar. So galið bleiv tað ikki hjá argjamanninum Leander Mortensen og mykinesmanninum Brinch Jacobsen, men hjá teimum var nóg ringt kortini.
Innansyndis í Eystrasalti og Norðsjónum sigldu eisini føroyingar á skipum til havnir í Týsklandi og øðrum londum, sum týskurin hevði hersett. Ein var hvalbingurin Eli Baerentsen, sum búði í Svøríki. Hann hjálpti havnarmanninum Poul Poulsen á Kák úr đanskari týsklandssigling til Svøríkis. Teir smuglaðu hann í kjølinum.
Gøtumaðurin Sámal Petur Hansen sigldi alt kríggið, men doyði fyri eini rakett í Antwerpen í 1945. Skálamaðurin Anskar Johannesen varð tvær ferðir torpederaður í uttanlandssigling. Havnarmaðurin Napoleon Jensen var innilæstur í Suðuramerika í fleiri ár.
Porkeningurin Jacob A. Thomsen loðsaði enskt skip til Føroya. Hildibjartur í Dali úr Havn og Otto Holm úr Hvalba sigldu í Norðuratlantshavi alt kríggið, men vórðu ikki skotnir niður.
Fuglfirðingurin Edmund Jacobsen var stadddur í London undir tí ringastu bumbingini, men slapp heim til Føroya við farmaskipinum „Barandu“ og hitti gentu sína aftur í Havn.
Hesar og fleiri aðrar frásagnir frá monnum, sum sigldu úti undir krígnum, eru at lesa í triðju bókini hjá Niels Juel Arge „Teir sigldu úti“, sum er prýdd við mongum kortum og myndum.