Teir sigldu úti triðja bók

Teir sigldu úti 3 er tøk sum ljóðbók

Bólkur: Á breddanum, Tíðindi

Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir Siglu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Nú er triðja bókin í røðini tøk sum ljóðbók á nielsjuel.fo.

Hoyr bókina her

Fleiri enn 200 føroyingar sigldu við donskum og norskum skipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Hetta er søgan um annan heimsbardaga á heimshøvunum sæð frá skipi við føroyskum eygum, samstundis sum hetta er føroysk søga, ið røkkur aftur í hvønn krók í Føroyum.

Í triðju bókini eru fleiri frásagnir frá monnum, sum sigldu úti undir krígnum. Eitt nú um korini, sum føroyingar livdu undir í kinesiska býnum Shanghai tey fimm stríðsárini. Har var kríggj millum japanarar og kinesarar, og sjómenn kundu ikki vænta at sleppa við lívinum, komu teir í kløtur við myndugleikarnar. So galið bleiv tað ikki hjá argjamanninum Leander Mortensen og mykinesmanninum Brinch Jacobsen, men hjá teimum var nóg ringt kortini.

Magni Arge lesur “Teir sigldu úti 3”.

Vælkomin at deila