Teir sigldu úti, fyrsta bók

Teir sigldu úti (1:5)

Bólkur: Ljóðbøkur

Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini ”Teir sigldu úti” um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskum skipum tann 9. apríl 1940, og aðrir, sum høvdu bústað uttan fyri Føroyar, vóru eisini í sigling. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um

Í hesi bók finna tygum frásagnir um eitt nú Reyða Símun á Strond um, sum sat fastur í Marokko, um Jákup hjá Óla í Nesi í Hvalba, sum var torpederaður í Murmansksiglingini og settur í týska fangalegu og um Olaf Olsen í Grimsby, sum bjargaði við Dunkirque og endaði í japanskari fangalegu.

Tygum finna søguna um tann navnframa Seglmakaran, Andreas Andreasen í Havn, sum var staddur sunnanfyri Afrika, tá kríggið brast á, um sumbingin Niclas Joensen, sum førdi stór tangaskip og fórst í samanstoyti eins og søguna um havnarmannin Jóa Pól, sum sat fastur í Afrika eina tíð, men eisini var við amerikanarum í Kyrra Havinum.

Fleiri aðrar spennandi frásagnir eru í bókini, sum er prýdd við meir enn hundrað myndum, tekningum og kortum, og aftast í bókini er fullfíggjað yvirlit yvir mansnøvn, skipanøvn og staðarnøvn, sum vísa, at føroyskir sjómenn vóru um allan knøttin stríðsárini.

Uni Arge, Páll Isholm og Magni Arge lesa

Vælkomin at deila