Samson Joensen úr Gerðum – smiðjur, postmaður og deknur
Samson Joensen úr Gerðum – smiðjur, postmaður og deknur
Samson lærdi jarnsmíð, og synirnir tóku táttin upp og fingu sær smiðju á Stongunum. Samson var eisini røktingarmaður, og nógv jørð lá til húsini á Vágsheygnum, á Uppsølum og á Skálatoftum. Umframt hetta hevði húsið hjá Samson postin til Kalsoynna, Kunoyarbygd, Ánirnar, Strond og til Árnafjarðar. Samson var deknur í Klaksvíkar kirkju í stívliga 40 ár, og sum skilst gisti prestur áður hjá teimum á Vágsheygnum.
Samson Oliver Joensen úr Gerðum (1880 – 1965) og Malena Elisabeth Hansen úr Krotugrøvini giftust inn á Vágsheygnum í 1902.
Foreldur Samsons Oliver Joensen vóru Jacob Joensen, f. 1838, bóndi í Niðristovu í Gerðum, og Anna Malena f. 1836 frá Gøtugjógv. Hon tænti hjá faktorinum úti í Klaksvík.
Niels Juel Arge tók upp samrøðuna í 1958.