Klávus í Trøllagili, bøkjari og bátabyggjari

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Niels Juel Arge tosar við Klávus Rasmussen, vanliga nevndur Klávus í Trøllagili, í Klaksvík.

Hoyr sendingina her 

Niels Juel stakk inn á gólvið hjá Klávus í Trøllagili (Klávus Rasmussen 1878 – 1966) í 1958. Klávus var tá fýrs ára gamal og greiddi fegin frá um arbeiði sum bøkjari og bátabygging í Klaksvík, sum hann mintist tað heilt aftur í nítjandu øld. Klávus var sonur Jóvan í Grótinum og beiggi Kristian í Grótinum.Teir komu av Skipanesi til Klaksvíkar. Hetta er ein av teimum elstu samrøðunum hjá Niels Juel, sum er varveidd í bandasavninum.

Samrøðan var send í útvarpinum í 1958.

Vælkomin at deila