Frá stríðsárunum (12:15)
Ovi Djurhuus var í saltsiloini á Tvøroyri, tá týskur flúgvari bumbaði hana 9. oktobr 1941. Hann sigur frá hendingini í sendingini.
Ágangurin var eisini harður í Klaksvík um hetta mundið. Kristian i Vàgi sigur frá álopinum, tá “Fugloyggin” sakk við bryggu, og sørvingurin Johannes Henriksen var í maskinrúmnum á “Silvu”, tá ein bumba lendi við síðuna av ljósmotorinum.
Saltsiloin á Tvøroyri bumbað
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.
Eisini í oktober 1941 lupu fleiri týsk flogfør á ymsa staðni í Føroyum. 9. oktober varð saltsiloin á Tvøroyri bumbað, og takið fór í luftina. Ovi Djurhuus var í saltsiloini, tá ið týski flúgvari leyp á og greiðir frá, hvussu hann upplivdi hendingina.
Týsk flogfør bumbaðu í Klaksvík tríggjar ferðir henda mánaðin, og Kristian í Vági greiðir frá álopunum. 10. oktober sakk “Fugloy”, og 11. oktober endaði ein bumba í maskinrúminum á “Silvu”. Har var sørvingurin Johannus Henriksen staddur, og hann greiðir frá skakandi upplivingini, tá ið bumban rakti ljósmotorin, sum fór í smildur.
26. oktober fullu tríggjar bumbur millum húsini í Vági í Klaksvík. Ongin mansskaði var, men stórur materiellur skaði. Umframt hesum hendingunum greiðir Kristian í Vági eisini frá, tá ið aberdeentrolarin “George Hasty”, sum hann var við, var álopin ólavsøkuaftan 1941 norðan fyri Føroyar.
25. oktober kom ein armeraður trolari á Skálafjørðin. Ein týskur flúgvari leyp á hann, og alt fór at skjóta. Flogfarið fleyg so lágt, at granatir frá kanónunum, sum skutu eftir flogfarinum, duttu niður millum hús og fólk og gjørdu skaða.
Greitt verður eisini stutt frá øðrum álopum, sum ikki førdu til stórvegis skaða.