Útvarpið var hansara hjartabarn

Bólkur: Á breddanum, Annað, Tíðindi

Niels Juel dámdi væl at ferðast kring landið við mikrofinini. Á hesum báðum myndunum sigur hann frá fótbólti. Tann yngra er helst frá fimtiárunum og seinna myndin frá áttatiárunum.

Røddina hjá Niels Juel Arge hoyrdu føroyingar longu frá byrjan, tá útvarpið var stovnað í 1957. Fyrstu árini slóðaði hann fyri sum fyrsti føroyski reportarin og tók síðan við leiðsluni í útvarpinum í 30 ár

Niels Juel hevði longu frá fyrsta degi gott eyga til útvarpið, tá tað kom í stropa 6. februar 1957. Petra fortelur, at hann lurtaði eftir norðmanninum, danskaranum og BBC og øvaði seg at lesa upp heima á Tinghúsvegnum.

Hann beyð seg fram, og skjótt varð hann biðin um at lesa upp. Hann legði fyri við upplestrum úr Antologiini hjá V.U. Hammershaimb, og summarið var ikki byrjað, tá landsstýrismaðurin Edward Mitens setti hann í starv.

Tey fyrstu árini arbeiddi hann saman við fyrstu starvsfólkunum, Axeli Tórgarð og Hjørdis Thomsen, eins og Liasi í Rættará, ið skjótt varð settur í starv at taka sær av føroyskum tíðindum.

Niels Juel ferðaðist dúgliga um landið at gera samrøður og reportasjur. Hann var á hvalaveiðu við Sumba, í kolanáminum í Hvalba, segði frá, tá mykinesmenn tóku oksar av oynni, var í Føroyingahavnini við bandupptakara og lá sjúkur í songini og segði frá, tá amerikanarar skutu Alan Shephard út í rúmdina.

Hann var tikin úr leikum at siga frá ítrótti. Og væl dugdi hann at fara við fólki, sum segði frá. Sjáldan vóru lurtararnir so hugaðir, sum tá hann var í holt við sandingin Dánjal í Klingruni.

Niels Juel varð settur sum útvarpsstjóri 1. september 1960, tá Axel Tórgarð tók við prestastarvi í Kvívík. Men Axel var allar dagar útvarpinum ein trúgvur medarbeiðari, sum dugdi at gera sendingar av øllum handa slag.

Útvarpið fekk nú tveir nýggjar medarbeiðarar. Teir vóru teknikarin Marius Rein og tann musikalski fjarritarin Ívar Iversen. Skjótt fingust eisini studentaskúlanæmingar at hjálpa til. Soleiðis komu eitt nú Hans Jacob Debes, Finnbogi ísakson, Árni Absalonsen og Jógvan Arge í útvarpið. Nú varð áherðsla løgd á at fáa ungfólk at læra til journalist.

Tað var altíð meiningin, at Útvarp Føroya skuldi vera føroyskt. Hendan kósin varð hildin frá fyrsta degi og linkaði ikki við stjóraskiftinum. Niels Juel ivaðist ikki í, at tað bar til at gera gott føroyskt útvarp, sum bæði upplýsti og stuttleikaði lurtarunum. Og hann var sannførdur um, at tað fór ikki at standa á at fáa føroyskt tilfar, sjálvt um fólkatalið var lítið.

Nógv varð lagt fyri við hjálp frá eitt nú fólkunum, sum høvdu sína gongd í Havnar Sjónleikarafelag. Har vóru sjónleikarar at spæla útvarpsleikir og málfólk, sum kundu skriva og týða útvarpsleikir, eitt nú Sverri Egholm, Oskar Hermansson, Poul Arne Joensen, Georg Samuelsen, Eyðun Johannesen, Elisabeth Rasmussen o.fl.

Norðuri í Kvívík sat Axel Tórgarð og týddi ein leik fyri og annan eftir. Tann størsti var um Julius Cæsar. Leikurin var í fimm pørtum í teksti, sum rímaði.

Dentur varð lagdur á at lesa føroyskar og týddar framhaldssøgur. Væl umtóktir upplesarar vóru m.a. Olivur Næss, Hans Thomsen, Jóhanna Maria Djurhuus, Margreta Næss, Laura Joensen, Einar Joensen og Marius Johannesen.

Tað mesta, sum kom út á føroyskum, varð lisið, og skipað varð fyri at týða úr heimsbókmentunum. Ein tann fremsti í so máta var Hans Thomsen.

Útvarpið hevði tað strævið á Bryggjubakka tey fyrstu 10-12 árini. Manningin var lítil, pengarnir smáir og senditíðin stutt, men tað hevði lurtarar. Høvur varð lagt í blot, hvussu bøtast kundi um tær fíggjarligu umstøðurnar, sum løgting og landsstýri ikki so væl vildu hjúkla um.

Hetta varð gjørt við uppskotinum um happadráttin V4 til frama fyri útvarpið sjálvt. Málið kom fyri tingið og varð samtykt. V4 byrjaði við drátti og undirhaldi tann 29. november 1969 og broytti allar umstøður.

Nú varð manningin víðkað og senditíðin økt eitt sindur í senn. Samstundis varð farið undir at fyrireika eitt útvarpshús, ið var bygt til endamálið. Tað tók sína tíð, men var endaliga liðugt í Sortudíki á sjálvum 25 ára degnum 6. februar í 1982. Útvarpið hevði longu goldið helvtina kontant, tá húsið stóð liðugt.

Tá varð ferð sett á at víðka senditíðina, men ansað varð eftir ikki at spola so avstað, at soðið bleiv ov tunt. Ein meginregla var, at helmingurin av tilfarinum var talusendingar og hin helmingurin tónleikur.

Tað kravdi sín mann at vera útvarpsstjóri. Útvarpið var ógvuliga sentralt í gerandisdegnum hjá høgum og lágum, og serliga nakrir av teimum høgu høvdu hug at illneitast og leggja fót fyri útvarpinum. Telefonin gløddi javnan á Tinghúsvegnum av mótmælum og skeldsorðum. Men tað javnaði seg sum oftast.

Niels Juel var útvarpsstjóri til 1. mai 1990, tá hann fór frá fyri aldur. Tá stóðu 15 mió. kr. á bók hjá stovninum.

Tíbetur eru nógvar sendingar varðveittar sum Savnsgull hjá Kringvarpinum, og á heimasíðan www.nielsjuel.fo ber eisini til at finna sendingar og skrivligt tilfar eftir hann.

 

Vælkomin at deila