Horvni Mykinesmaðurin
Post Date: 01/01/2025
“Horvni mykinesmaðurin” – ein dokumentarisk ljóðmynd um Jóan Frederik Joensen úr Mykinesi
Í 1912 fer Jóan Frederik Joensen úr Mykinesi til Kanada. Fyrstu árini er brævasamband millum Jóan Frederik og familjuna heima í Føroyum. Men í 1920 slitnar alt samband við hann. “Horvni mykinesmaðurin” er ein dokumentarisk ljóðmynd um Jóan Frederik Joensen úr Mykinesi. Hvør var hann, og hvussu var ein gyllin í jørð við til at loysa gátuna um hansara lagnu.
Magni Arge leggur sendingina rættis, sum byggir á grein hjá Zacharias Wang og ymsar aðrar keldur úr Føroyum og Amerika. Magni lesur sjálvur saman við Páll Danielsen og Høgna Joensen. Rúni Eysturlíð stóð fyri upptøkuni, meðan Bárður Háberg reinsaði gamalt ljóðbrot.