Frá stríðsárunum (10:15)

Bólkur: Sendingar

Urbanus Olsen í Klaksvík greiðir frá, tá ið útróðrarbáturin “Kvikk” varð í ymsum lótum í 1941. Hergeir Joensen sigur frá stóra vandanum vitapassararnir vóru í, tá bumbuflogfør herjaðu á vitan í Mykineshólmi í august.

Í Havn hildu loftverjumanningar til á Lady Field Camp, og Niels Juel sigur sjálvur frá einum bumbuálopi í Havn. Flogfør lupu eisini á Vestmanna 29. august, og í sendingini greiðir Gudmund Olsen á Válinum frá áganginum, og frásøgn hjá Suna Traber verður endurgivin.

Fleiri bumbuálop kring landið

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.

Hoyr sendingina her.

Í hesum partinum verður greitt frá fleiri ymiskum bumbuálopum. Fyrst sigur bestimaðurin Martin Heinesen frá, tá ið klaksvíkssluppin “Esther” varð álopin á veg til Skotlands við ísfiski 10. apríl 1941.

Urbanus Olsen í Klaksvík greiðir frá, tá ið útróðrarbáturin “Kvikk” varð álopin í apríl 1941, og tá ið teir í august 1941 tóku 23 mans av einum brennandi bretskum koldampara.

24. august leyp eitt týskt flogfar á vitan í Mykinesi, og í sendingini eru tvær frásagnir um hesa hending. Hergeir Joensen og Jákup Nielsen vóru staddir í Mykinesi og greiða frá álopinum og stóra skaðanum, sum álopið elvdi til.

Eisini í Havn vóru fleiri týskir flúgvarar at síggja summarið 1941. Niels Juel greiðir frá, hvussu hann sjálvur upplivdi ágangin og eitt bumbuálop á Havnina seint í august 1941.

Flogfør lupu eisini á Vestmanna 29. august, og í sendingini greiða Suni Traber og Gudmund Olsen á Válinum frá hendingini.

Vælkomin at deila