Lovat Scouts halda jól

Bólkur: Annað, Krígsdagbøkur

Jóladag 25. december 1940 var lýtt í veðrinum og hugtakandi vakurt, tá sólin reis, stendur í dagbókini.  Herliðið skipaði fyri jólagudstænastu í Havnar kirkju fyrrapartin.
Til jólahaldið fingu soldátarnir einar hosur í part í jólagávu og eina dós við onkrum biskvittum, sum herurin rindaði fyri. Ein felags uppsparing – Lovat Scouts Comfort Fund – rindaði eisini fyri eina portión av budingi til hvønn.
Yvirmenninir á HQ og D Squadron fingu gás við fyllu til døgurða, buding (plumpudding) omaná og øl afturvið. Men allir vóru ikki við, tí næsti maður herovastan fór seinnapartin saman við adjudantinum til Suðuroyar.
Kríggið var kortini ongantíð langt burturi. Dagin fyri leyp ein flúgvari á Hoyvík, og hendan dagin skutu hermenn eina minu, sum rak inn móti Viðarnesi.

Vælkomin at deila