Í Stóru Dímun í 1974 – 3. partur
Í hesi triðju sendingini úr Stóru Dímun eru Niels Juel og Janus komnir niðan ígjøgnum Kleivina og síggja húsini. Har tosar Niels Juel eisini við Kinnu úr Dímun um longsul, matgerð, jólasiðir, hentleikar, ótta o.a
Landnyrðingur eystan er ringasta ætt í Dímun. Tá kemur hann omanav og melur afturundir. Lítið vatn er, tá turkur er, men ongantíð ov lítið. Ein hylur var í gomlum døgum við Kleivina, og haðani varð vatn borið. Tungt var tað mangan. Har vórðu klæði eisini vaskað og kókað.
Burtur úr neytunum fekst mjólk, sum ostur eisini varð gjørdur burturúr. Hann varð meira enn so seldur av oynni, og serliga krígsárini var eftirspurningurin stórur. Nógv fáast tey eisini við seyð, men onki fer livandi av oynni. Tað man vera djóraplágarí, heldur Janus.
Korn hava tey velt í Dímun og eisini eplir, men jørðin er ikki so góð at velta eplir í, heldur Janus.
Síðan fer Niels Juel inn í húsini at hitta Kinnu. Hon er úr Sandvík, dóttir Niels og Elisabeth Mørk, og kom 20 ára gomul til Dímunar í 1950. Hon kendi væl til býarlívið í Havnini, men stúrdi onki fyri at búseta seg í Dímun.
Nógv var at fáast við, m.a. at skera torv, hoyggja og seta niður eplir. Maturin og køkurin fyltu ikki sørt. Fyrstu árini vóru tey alt árið í Dímun, men nú bara summarhálvuna.
“Eg havi trivist grúiliga væl. Eg havi ongantíð saknað nakað, men gott hevur eisini verið at sleppa burtur viðhvørt, ikki minst hjá børnunum,” sigur Kinna. Teimum longdist tó ofta útaftur.
Jólunum gjørdu tey altíð nógv burturúr, tá tey vóru í oynni um veturin. Seyðarhøvd av jólaseyði ótu tey jólaaftan. Til morgunmat jólamorgun ótu tey breyð og skinsaskjøt og til døgurða eplir og skinsakjøt. 2. jóladag ótu tey onkra steik, seyð ella gás.
“Vit plagdu at gleða okkum, tá stytsti dagur hevði verið, og eisini gleddu vit okkum, til fuglurin kom aftur. Tað var eitt stórt upplivilsi at hoyra riturnar. Tá lundin kom, var tað sum at fáa gestir í húsið, tí hann kom so nær,” sigur Kinna.
Hon greiðir eisini frá øðrum siðum, og tá Niels Juel spyr, um hon hevur verið óttafull, tá menn eru farnir frá húsum, svarar hon játtandi. Men vanlukku hevur hon tíbetur onga upplivað.
Kinna á ungum árum