Frá stríðsárunum (1:15)

Bólkur: Sendingar

Royal Marines komnir á land í Havn í apríl 1940.

Um hendingar í Føroyum undir Seinna Heimsbardaga.
Niels Juel Arge legði til rættis í 1981.

Hoyr sendingina her.

Niels Juel sigur frá ymsum hendingum, tá seinni heimsbardagi rakti við Føroyar. Burturúr egnu dagbók síni sigur hann frá, tá Royal Marines fóru avstað og Lovat Scouts komu við ”Ulster Prince” til Føroya summarið 1940.  Hann viðmerkir ymiskt, sum Leslie Melville tekur fram úr kríggsdagbókini hjá Lovat Scouts í bókini um herliðið. Í sendingini skiftir hann eisini orð við Olivur Dam, sum fór eina ferð við Róki upp til Hammerfest hetta summarið og máttu sleppa sær avstað, tá týskurin kom. Eisini sigur Niels Juel frá fýra svenskum oyðarum, sum bretarnir tóku á Skálafjørðinum summarið 1940.

Vælkomin at deila