War Office – WO 176/337 – Lovat Scouts mai 1940–juni 1942

Bólkur: Krígsdagbøkur

Undir hersetingini í Føroyum frá 1940 til 1945 skrivaðu bretsku herliðini dagbøkur um gongdina í oyggjunum. M.a. hesar dagbøkur styðjaði Niels Juel Arge seg til, tá hann skrivaði væl umtóktu bøkurnar Stríðsárini 1-6 frá 1985 til 1990

Dagbøkurnar eru áhugavert keldusavn, sum granskast kann nærri í, og tær verða so hvørt lagdar fram her á heimasíðuni.

Í hesum skannaðu skjølunum ber til at lesa dagbøkurnar hjá skotska herliðnum Lovat Scouts frá tí, tað kom til Føroya í mai 1940, til tað fór avstað í juni 1942.

Lovat Scouts kom til Føroya longu 25. mai 1940 og tók yvir verjuna av Føroyum frá Force Sandall hjá Royal Marines, sum hersetti Føroyar í apríl 1940.

Niels Juel Arge skrivar m.a. soleiðis um Lovat Scouts í Føroyum í sætti bindi um stríðsárini ”Kríggið endar” á s. 44 – 46:

“Tað var mannað við skotum og var uppkallað eftir oberstinum Lord Lovat, ið stovnaði tað um aldaskiftið, tá ið bretar bardust móti boarum í Afrika.

Nú var herfólkið so nógv í tali, at til bar at senda tað til flest allar oyggjar, og nú tók seg upp stórt og inniligt samband millum skotar og føroyingar av báðum kynjum og øllum aldrum. Hesir skotarnir vóru nú í Føroyum í umleið tvey ár, og tað var stórur saknur, tá teir fóru, tí nú hoyrdu teir til geranđisdagin og umhvørvið – kanska serliga sekkjapípuspælið.

Tað var ein sorgardagur, tá ið teir í juni 1942 fóru avstað, nógvir við føroyskari konu og barni. Hvagar teir nú skuldu sendast, visti eingin.

Ferðin gekk fyrst til Skotlands, men haðani vórðu nógvir teirra sendir vestur til Canada at venja seg til bardaga uppi í høgum kavakløddum fjøllum.

Haðani fóru teir til Italia og vóru har í hørðum bardaga frá august 1944 móti herinum hjá Kesselring, marsjalli, við Salerno, Anzio og Cassino.

Haðani varð hildið norður eftir, men seint gekk. Um hvørt fjall stóðu harðir bardagar, og ikki fyrrenn 14. apríl 1944 vóru teir komnir norður til Monte Calderano einar 12 fjórðingar sunnanfyri Bologna, og 5. mai góvu týsku herdeildirnar seg yvir.

Nógvir úr Lovat Scouts vórðu heiðraðir fyri at hava verið uppi í hesum harða stríði í heilar níggju mánaðir, men tað vóru eisini nógvir, sum fullu og sóu ongantíð síni kæru aftur, og uppaftur aðrir særdust illa og vóru løstaðir fyri lívið.

Hóast bardagin var av, gekk long tíð, til allir úr Lovat Scouts sluppu aftur til hús. Regimentið hevði vaktarhald í Eysturríki í juni og juli 1945 og í Grikkalandi frá juli 1945 til oktober 1946.

Eftir kríggið settu nakrir av monnunum í Lovat Scouts búgv í Føroyum, men teir vóru fáir,” skrivar Niels Juel.

Fullur skíggi

Vælkomin at deila