Hertóku Svínoy og bygdu skansa

Bólkur: Á breddanum, Annað, Krígsdagbøkur

Í dagbókini hjá Lovat Scouts boða teir 3. apríl 1941 frá, at bretska heimsveldið loksins hevur skipað seg við herdeild og skansa úti í Svínoy.

Herliðið í Svínoy er mannað við einum ovasta og seks hermonnum – tríggir signalmenn og tríggir observatørar.

Um ein fjórðing frá bygdini hava teir bygt sær ein skansa ella kaghús á Draganum, hagani teir hava gott útsýni og kunnu hava eyguni eftir fíggindanum.

Bretarnir lata væl at viðurskiftunum við heimafólkið í Svínoy. Svínoyingar eru friðarfólk, sum hava tikið væl ímóti teimum og givið teimum innivist í bygdini. Og teir hava eisini hjálpt teimum at byggja kaghúsið.

Herdeildin í Svínoy vísir til herleiðsluna í Klaksvík, men hevur eisini beinleiðis telefonsamband til HQ í Havn og umstøður at fjarrita eisini, skrivar pennaførarin í dagbókini hjá Lovat Scouts 3. apríl 1941.

 

Myndatekstir:

1: ”Poppy” var troppaskip, tá bretska heimsveldið hersetti Svínoynna .Her liggur hon á Svínoyarvík, og hermenninir eru klárir at loypa í land.

2: Svínoyingar vóru friðarfólk og tóku væl ímóti, tá Lovat Scout komu í oynna.

3: Bretskir hermenn við fullari útgerð taka seg fram úti í Svínoy.

4: Á sjálvum Draganum á Svínoynni bygdi bretska hervaldið sær kaghús at hava eyguni eftir fíggindanum.

Vælkomin at deila