War Office – WO 176/84 – Cameronians juni 1942-aug. 1943
Undir hersetingini í Føroyum frá 1940 til 1945 skrivaðu bretsku herliðini dagbøkur um gongdina í oyggjunum. M.a. hesar dagbøkur styðjaði Niels Juel Arge seg til, tá hann skrivaði væl umtóktu bøkurnar Stríðsárini 1-6 frá 1985 til 1990
Dagbøkurnar eru áhugavert keldusavn, sum granskast kann nærri í, og tær verða so hvørt lagdar fram her á heimasíðuni.
Í hesum skannaðu skjølunum ber til at lesa dagbøkurnar hjá Cameronians frá tí, teir komu til Føroya í juni 1942, til teir fóru avstað í august 1943.
Skotska herliðið tók við verjuni í Føroyum, tá Lovat Scouts fór avstað.
Niels Juel Arge skrivar drúgva frásøgn um Cameronians í sætta bindi um stríðsárini: “Kríggið endar” frá s. 46 – s. 56:
“Eftir Lovat Scouts komu The Cameronians, sum eisini var eitt skotskt regiment. Deildin, sum kom higar, var The 12th Battalion.
Teir vóru undir harðari venjing sum fyrireiking til landgongu í Europa og vórðu hildnir at vera væl fyrireikaðir, tá teir fóru úr Føroyum eftir 15 mánaða dvøl – summir við konu, meðan aðrir lótu konuna vera eftir í Føroyum.
Tá ið cameroniararnir fóru avstað í august 1943, saknaðu fólk teirra sekkjapípuljóð mest. Tað hevði verið at hoyra dagliga í trý ár og var nú tagnað. Tað var sum ein partur av føroyskari mentan var skræddur burtur.
Regimentið fekk ikki góða móttøku í Skotlandi. Alt liðið hevði glett seg til at sleppa við til innrásina í Frankaríki, men longu í juni var liðugt at skipa øll hesi lið, og pláss var ikki fyri 12th Cameronians sum sjálvstøðugari deild.
Orsøkin var, at deildin hevði ikki fingið uppvenjing saman við deildunum, sum skuldu vera við í álopinum á skansan Europa. Tí varð bataljónin 12th Cameronians avtikin.
Tað, sum hermonnunum, ið komu úr Føroyum, stóð í boði, var at fara aðrar vegir. Møguleikarnir vóru:
- at fara sjálvboðin í fallskýggjadeildina
- at fara upp í onnur skotsk regiment
- at fara í Royal Navy
- at søkja um serliga tign
- at bíða eftir møguleika at sleppa í aðra bataljón.
Til Norðurafrika fóru 12 yvirmenn og 500 meinigir hermenn. Til aðrar Cameronian-bataljónir fóru 11 yvirmenn og 113 meinigir.
Til onnur skotsk regiment fóru fýra yvirmenn og ókent tal av meinigum, til fallskíggjaregimentið fimm yvirmenn og 40 meinigir og til Royal Navy 20 meinigir.
Til endans vóru bert sjey yvirmenn og 133 meinigir eftir við Eric Forbes, majori á odda, og 20. november 1944 varð 12th bataljón Cameronians avtikin.
Fullur skíggi