Stríðsárini 6 - Kríggið endar

Stríðsárini (6:6) – Kríggið endar

Bólkur: Bøkur

Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Sum heitið á hesi bókini sigur, umrøður bókin hendingarnar við krígslok.

Tá seinni heimsbardagi endaði í mai 1945 fekst aftur samband við teir mongu føroyingar, sum høvdu verið staddir uttanlands øll stríðsárini.
Frá teimum frættist, hvussu føroyingar uttanlands høvdu havt tað undir krígnum. Í Keypmannahavn hevði verið eitt blómandi felagslív og gott samanhald millum bæði ung og eldri.
Men føroyingar har komu eisini í krígsmeldurin, og ein partur av hesi sættu og seinastu bókini hjá Niels Juel Arge um Stríðsárini 1940-45 snýr seg um tað.
Her er søgan um oyndfirðingin, sum var dømdur frá lívinum fyri at føra jødar til Svøríkis, um vágbingin í mótstøðurørsluni, sum Gestapo hevði í varðveitslu, um kollfirðingin sum teknaði seg til Waffen SS og um sjúkrasystrarnar, sum fóru til Berlin.
Her er søgan urn hósvíkingin, sum var tikin saman víð danska politinum og sat í týsku týningarlegunum Buchenwald og Neuengamme, um skúvoyingin, sum bjargaði einum amerikanskum farmaskipi og havnarmannin, sum fekk bretska heiðursteknið M.B.E.
Her eru søgurnar um stýrimannin úr Vági, sum fór í kríggj við bretska flogvápninum RAF og havnarmannin, sum var í canadiska herinum og særdist illa í Italia.
Men eisini viðurskifti heima eru við. Tann politiska gongdin krígsárini førdi Føroyar úr amtsstøðuni, 160 føroyskar gentur giftust bretskum hermonnum, vágsskonnartin „Yvonna“ var álopin undir landi so seint sum 3. mai 1945, og manningin var fáar dagar seinni í friðarveitslu í Onglandi.
í bókini er yvirlit yvir øll persónsnøvn og skipanøvn. sum hava verið í teimum seks bókunum.

Vælkomin at deila