Frá stríðsárunum (7:15)

Bólkur: Sendingar

 

”Smyril” liggur á Havnini við kanón á dekshúsinum aftan.

”Emanuel” skotin niður av kavbáti

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.

Hoyr sendingina her.

Bretar megnaðu ikki at verja føroysku skipini móti nógvu álopunum várið 1941, tí hermótini vóru so mong. Men skipini fingu í boðið at fáa vápn umborð og manningarnar frálæru í at brúka tey í Aberdeen. Nakrir trolarar vóru kortini vápnaðir frammanundan.  Eitt nú ”Leivur Øssurson”, sum Janus Norðberg Tvøroyri fortelur um.  Hann var eisini skipari á ”Leivur Øssurson”, tá hann var álopin av flogfari í 1940.

Tríggir mans doyðu og fimm komu frá tí við lívinum, tá U 556 uttan ávaring søkti ”Emanuel” við kanónskotum. Vit hoyra frásagnir frá kavbátaskiparanum og Arnold Bech, Vestmanna, sum kom frá ógvisligu hendingini við lívinum.

”Smyril” var álopin av flogfari eystanfyri Dímun um hetta mundið. Finnur Johansen var umborð og sigur frá hendingini.

Harði bardagin um valdi á sjónum kring okkum rakar eisini finsk skip meint. Vápnaðir trolarar  flyta nógv fólk til Havnar, sum teir hava bjargað av ”Josefinu Thordén”, ”Kastelholm” og ”Fenix”.

Vælkomin at deila