Runt Koltur við Niclas í Koltri

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Niclas í Koltri sigur frá á ferð runt Koltur. Niels Juel Arge legði til rættis í 1978.

 Hoyr fyrra partin av sendingini her.

 Hoyr seinna partin av sendingini her.

Koltursferð við Niclas í Koltri

Á Koltursferðini í 1978 saman við Niels Juel, greiddi Niclas í Koltri frá staðarnøvnum, fuglaveiði, nótakastið, útróðri, torvskurði, landbrúki og øðrum viðurskiftum í Koltri.

Niclas í Koltri (Niclasen) var føddur 28. apríl 1909 og andaðist 19. desember 1991.  Hann var giftur Elisabeth og tey fingu tveir synir. Niclas Meinhard, sum býr í Norra, og Kristian Henry. Hann doyði bert 33 ára gamal í bilvanlukku í Týsklandi.

Niclas og Elisabeth fluttu til Havnar í 1961 og búsettist á Heygnum Mikla. Har helt kendi bátasmiðurin fram at smíða bátar, sum til samans mundu tátta í einar 400 í tali. Elisabeth hjálpti eisini til í bátasmiðjuni, og Niclas helt hon var eisini før fyri at byggja bátar einsamøll.

Grannin hjá honum, Pætur Hansen, sigldi Niclas og Niels Juel runt oynna í bátinum ”Barbara”, sum Niclas hevði bygt til hansara. Pætur var fyri tí vanlukku at missa bæði beinini í einari vanlukku umborð á ”Hvítubjørn”, sum hann førdi. Niclas bygdi honum bátin, so hann fekk manerera einsamallur umborð, hóast hann gekk við protesum. Nólsoyingurin Hannis Pætur Hansen var føddur í 1929 og andaðist 79 ára gamal í 1998.

Jógvan Arge: Báturin verið á langari ferð

Jógvan Arge flutti fram røðu í Koltri, tá báturin Svarti kom aftur í oynna og var settur í Svartaneyst til framsýningar. Hann segði tá soleiðis um bátasmiðin Niclas í Koltri:

Tað er mær ein heiður at vera biðin at siga nøkur orð, nú hesin gamli báturin, sum smíðaður er í Koltri fyri mongum árum síðani, er komin aftur í oynna at vera ein partur av mentanarliga arvinum Heimi í Húsi.

Hann fer at standa her í Svartaneysti sum eitt minni um føroyskt bátasmíð og um bóndan og bátasmiðin Niclas í Koltri, sum var eitt við Koltursnavnið, og tann, sum fólk í okkara tíð hava knýtt einamest at hesum sjáldsama oyggjanavni.

Bjørn Patursson tók fegin av, tá báturin stóð honum í boði. Hann hevur skipað fyri at seta hann í stand, so hann kann verða ein viðkomandi sýnislutur her á savninum.

Koltursmenn livdu ikki av jørðini og bjørgunum eina, men eisini av útróðri, og skuldu teir nakran veg, so máttu teir í bát. Tí var tað ikki verri at vera førur fyri at smíða sínar egnu bátar.

Tað gjørdi Niclas longu 16 ára gamal, og undan tí hevði hann roynt seg við skipamodellum og borðbátum. Tað tók hann upp aftur, tá hann gjørdi skip og bátar til børnini at spæla við í Eiðisdammi, sum tann tíð, tað var, var ein sjáldsom attraktión í Koltri.

Eg má siga fyri meg, at hóast eg ongantíð sá hylin og skipini við egnum eygum, so livir hendan spennandi mynd enn í huganum frá barnaárunum.

Mong av hesum skipum eru í dag at finna á Føroya Fornminnissavni eins og øll amboðini, sum Niklas brúkti í sínum handverki, fyrst her í Koltri og tey síðstu mongu árini á Heygnum Mikla í Havn. Nógv av teimum hevði hann gjørt sjálvur.

Átti allan kappróðrarflotan

Hugin til bátasmíð hevði Niklas ikki frá fremmandum. Pápin smíðaði einar 12 bátar. Hann fekk sær smiðju í Uttari í Stovu Norðuri í Gerðum, tá fólkini, sum har høvdu húsast, vóru flutt av oynni.

Hendurnar sótu væl til alt handverk, og tað gjørdi tað ikki verri, at ein ættarstrongur rakk til Nornastovu í Mikladali, sum er kend fyri sínar dugnaligu smiðir.

Niklas var føddur her í Koltri í 1909, og í 1927 smíðaði hann sítt fyrsta seksmannafar til motor. Motorarnir vóru ótryggir tá, gingu væl út á hav um morgununin, men fingust sjáldan í gongd, tá farast skuldi aftur at landi.

Skjótt fekk hann bíleggingar úr Vágum, Hesti og Skopun, og annar báturin fór til Miðvágs fyri 150 krónur.

Niklas var til skips við slupp nøkur ár fyrra partin í tríatiárunum, og tá hann hevði tikið við festinum miðskeiðis í tredivunum, vóru bert stundir at takast við bátasmíð um veturin, men tá dreiv hann eisini á.

Í 1949 bygdi hann t.d. Tusk, sum djóralæknin fór heilt eystur til Helsinki við til olympiskar leikir. Hann bygdi eisini seksæringar til útróður bæði heima í Føroyum og í Grønlandi og eitt ótal av smærri bátum.

Sum fráleið gjørdist Niklas einamest kendur fyri kappróðrarbátarnir. Tað var hann, sum legði leiðina fyri sniðið á kappróðrarbátinum. Hann legði fyri við áttamannafarinum Miðvingi í 1957. Hesin bátur vann so dyggiliga á øllum hinum, at øll róðrarfeløg síðani vildu hava Niklas at smíða sær bátarnar.

Til endans átti hann mestsum allan flotan, sum róði kapp, og tað var ein vøkur sjón fyri og onnur eftir, tá teir kappaðust á firðunum kring landið. Tilsamans smíðaði Niklas 75 kappróðrarbátar. Ein av teimum var Havnarbáturin, sum var føroyameistari næstan øll sjeytiárini, kanska ikki við koltursmonnum umborð, men har vóru bæði hestmenn og skopuningar og aðrir.

Svarti í Svartaneysti

Niklas fekk betri stundir til bátasmíðið, tá hann og konan Elisabeth frá Gjógv fluttu til Havnar tíðliga í sekstiárunum, og tá Niklas gavst við bátasmíðinum, hevði hann smíðað meir enn 400 bátar.

Hesin báturin, sum vit hava fyri okkum, er eitt seksmannafar, sum Niklas smíðaði til sín sjálvs her úti í Koltri í 1936. Tá hann flutti av oynni, lat hann bátin av hondum. Fyrst fór hann til Skopunar, síðani til Dals og higar er hann komin aftur úr Haraldssundi.

Andrass Jacobsen ætlaði at lata bátin fara á nýggjársbálið, men spurdi kortini Bjørn Paturson, um áhugi var fyri at fáa bátin aftur í Koltur. Hann ivaðist ikki eina løtu.

Bjørn bað so ein bátasmið væla sær um bátin. Hann helt, at tað fór ikki at loysa seg at umvæla hendan gamla skrokkin, men Bjørn helt upp á sítt – og her stendur hann nú sum eitt virðiligt umboð fyri bátasmíðið hjá Niklasi í Koltri.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð helt hugskotið vera bæði viðkomandi og áhugavert, nú býlingurin Heimi í Húsi skuldi endurbyggjast við sínum sethúsum og úthúsum, og játtaði at stuðla átakinum at endurreisa bæði neyst og bát.

Tað finst valla betri dagur enn jóansøkuaftan at heiðra minnið um Niklas í Koltri og hansara bátasmíð. Hendan sum aðrar stevnudagar sat hann spentur og lurtaði eftir, um hansara bátar stóðu seg í kappingini ella hvør av hansara bátum fór at vera bestur. Í eitt mannaminni vartað soleiðis, at hvussu ið víkti og vendi, so vóru tað bátar hjá Niklasi í Koltri, sum vunnu.

Nú báturin hevur skift hendur, fer hann eisini at skifta navn, og navnið verður kunngjørt við einum ørindi, sum Bjørn hevur sett saman í nátt::

Vælkomin aftur í heimasjógv, bátleysur maður saknar teg nógv. Vælkomin aftur úr Haraldssundi, har nýggjársbál tú blivið mundi. Nú ert tú komin í trygga havn, – SVARTI verður títt nýggja navn.

Jógvan Arge heitti síðani á mannamúgvuna um at rópa eitt trífalt livi fyri Svarta og væl varð tikið undir. Síðani var báturin drigin í Svartaneyst Hann hevði verið óvanliga lættur at rógva, søgdu teir royndu róðrarmenninir, sum mannaðu hann úr Kirkjubø út í Koltur.

 

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
Niclas var góður frásøgumaður og onkra sutttliga viðmerking mundi hann hava inn í millum.
Niclas bindur bátin í klettin.
Bátin, teir sigldu við, hevði  Niclas bygt og lagað til, so tað bar til hjá Pæturi at føra bátin og fara til útróðrar. Hann misti bæði beinini í eini vanlukku umborð á Hvítubjørn.
Niclas var bæði vitandi og góður frásøgumaður. Niels Juel heldur mikrofonini, meðan Niclas peikar upp í bergið, og Pætur Hansen fylgir við. Pætur hevði protesur, men sigldi kortini bátin. Pætur og Niclas í Koltri vóru grannar úti á Heygnum Mikla.
Myndin er helst tikin av bryggjukantinum í Koltri. Bátin bygdi Niclas í 1976, og hann liggur framvegis á Kongabrúnni. Hann eitur Barbara - TN 140.
Heinta meira

 

Vælkomin at deila