Í Stóru Dímun í 1974 – 2. partur

Bólkur: Sendingar

Í hesi aðru sendingini av trimum úr Stóru Dímun sigla Niels Juel Arge og Janus úr Dímun kring oynna. Janus greiðir frá, at nógv samband hevur altíð verið millum Dímun og Dal, tí langabbi hansara, sum tók við festinum miðskeiðis í 19. øld, var úr Dali. Tveir abbabeiggjar hansara búðu eisini í Dali

Nógvan skarv síggja teir, og skarvsungi smakkar væl, heldur Janus, men hann kann vera nakað vamlisligur at eta, tí skinnið er so svart.

Sigini kundu vera bæði 100, 80 og 50 favnar. Hetta kravdi línur í ymsari longd, og línurnar vórðu goymdar í kirkjuni. Nú eru tær vorðnar nakað gamlar.

Í Múlagjógv síggja teir fitt av lomviga uppi undir loftinum, men har slepst ikki eftir honum.

Fólk geva ikki fugli nóg væl gætur, heldur Janus, men fyrr mundu teir ikki vera sørir at oyða fugl heldur, tí tað sæst. ”Teir hava verið ovmikið grádigir,” sigur hann.

Lundi eigur tó allastaðni í Stóru Dímun, og nógv hevur verið fleygað í oynni. Onkuntíð hava menn fingið bæði 1.100 og 900 lundar ein dag. Tað var óvanliga gott.

Besti dagur hjá Janusi var 600 lundar. Ikki hevur ligið so væl fyri hjá sær at fleyga lunda, heldur hann hálvgum skemtandi fyri, tí ”tað flýgur betur fyri summum monnum,” sum hann tekur til.

Tá menn fóru í bakkan, høvdu teir ongar serstakar siðir, men eitt gjørdu teir, áðrenn teir fóru frá húsum: Teir bóðu Jesus vera eftir.

Norðuri í Barmi er eisini lending. Har var neyst fyrr, og leivdirnar síggjast enn. Eitt spæl var har at vinda bát upp á land og stoyptar trappur eisini. Árstalið 1917 stendur á trappunum.

Ovast uppi á oynni sæst skilliga, hvussu sløtt Stóra Dímun er. “Tú sært hvørt grasstrá á oynni, og tú sært ikki ein einasta stein,” sigur Janus úr Dímun.

Tvær reisur vóru Niels Juel Arge, Marius Rein og Johan Isholm í Stóru Dímun fyri útvarpið í 1974. Fyrra ferðin var í juli, meðan fuglurin klakti, og seinna ferðin, tá teir tóku skurðin.

Stóra Dímun er 2,65 ferkilometrar til støddar og 395 metrar høg. Sjálv búsetingin er í 100 metra hædd. Hon er nevnd í Føroyingasøgu í sambandi við, at Brestir og Beinir vórðu dripnir.

 Hoyr sendingina her

Vælkomin at deila