”St. Jaques” var álopin út fyri Kinnairds Head, men gjørdi kortini roktúr í apríl 1941. Her liggur hon við bryggju í Havn saman við ”Emanuel”.  Aftanfyri liggja vápnaðir bretskar trolarar.

Frá stríðsárunum (6:15)

Bólkur: Sendingar

”St. Jaques” var álopin út fyri Kinnairds Head, men gjørdi kortini roktúr í apríl 1941. Her liggur hon við bryggju í Havn saman við ”Emanuel”.  Aftanfyri liggja vápnaðir bretskar trolarar.

Næraberg bumbaður og søktur

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1982.

Hoyr sendingina her.

Eisini í apríl 1941 vóru føroyingar fyri stórum missi av kríggsávum. “Næraberg” var komin undan Íslandi við fullari last, og helt eftir stuttan støðg leiðina fram til Bretlands.

Johan Klakkstein var 2. stýrimaður og greiðir frá, tá bumban brast nirði í fiskalastini, og skipið tók at søkka. Øll manningin slapp i bátarnar, og teir róðu í 30 tímar, áðrenn teir tóku land á Súluskeri.

”Leivur Øssurson” kom fram á norksa bátin ”Statthav” við 22 norskum unglingum og bjargaði teimum inn á Tvøroyri. ”Guiding Star” hvarv á leiðini til Íslands og onki frættist frá henni aftur.

Esmar Augustinussen var bestimaður umborð á ”St. Jaques” og sigur frá, tá hon var álopin út fyri Kinnarids Head. ”Poulina” var um sama mundið niðursigld og sakk.

Óli Olsen var skipari á ”Lítlu Emmu” og sigur frá, tá ”Lítla Emma” og ”Skarpheðinn” vóru álopin.

Vælkomin at deila