Fram við landi í Árnafirði við Hanus í Glasstovu

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Ein summardag í 1976 flotaðu Hanus í Glasstovu og Niels Juel Arge eitt fýramannafar í Árnafirði og sigldu fram við landi. Við teimum var eisini Niklái Poulsen, sum seinni sigldi runt Fugloynna við Niels Juel. Finnbogi Johannesen stóð fyri upptøkuni og minnist, at teir onkra løtuna róðu framvið landi.

Hanus, sum var farin væl av áttati, tá upptøkan var gjørd, segði frá staðarnøvnum, innløgu, fuglameingi og øðrum søgum og hendingum.

 Hoyr fyrra partin av sendingini her.

 Hoyr seinna partin av sendingini her.

Hanus í Glasstovuni

Hanus var føddur 3. Juli 1892 og var fimtur av tólv syskjum (tveir teir yngstu dreingirnir doyðu ungir). Foreldrini vóru : Joen Jacob Hansen úr Árnafirði og Anna Kristina Lamhauge úr Lamba Giftust í 1883.

Í dópsbrævinum stendur Hans Hansen. Men hann varð altíð nevndur Hanus í Glasstovuni.

Sína skúlagongd fekk hann í Árnafirði, men hann fór ungur til skips. Hugurin til sjógvin var so góður segði hann, at hann misti matarlistin, tá hann frætti at menn fóru at rigga skipini til, so altráður var hann at sleppa avstað.

Bert 15-ára gamal fór hann við deyðssiglaranum ”Primadonnu” úr Suðuroy. Hanus sigldi í 35 ár við ymiskum skipum har í millum Phebe, Pride, Gudrun, Ekliptiku, Clementu og Bjørn Ólavson.

Hann legðist uppi í 1942 og fór í staðin at rógva út úr Klaksvík og Árnafirði, og arbeiddi fisk á Stongunum. Hann sigur neyvari frá sjólívinum í grein í Tíðindablaðnum í 1974.

Hanus var væl fyri langt upp i árini. Honum dámdi væl at hitta fólk, sum komu framvið í Árnafirði, og hann tók eina í við ymsum, sum skuldu gerast í bygdini. Hanus doyði 84 ára gamal í juni 1977 árið eftir, hann og Niels Juel sigldu túrin fram við landi og tóku samrøðuna upp.

Hanus í Glasstovuni giftist í 1915 við Onnu Mariu Christinu Høj av Strondum, Tey fingu 8 børn. 1) Anna M. Hansen f.1915 2) Anna Kristina Hansen f.1917 3) Joen Sofus Hansen f.1919 4) Óluva Hansen f.1921 5) Henrietta Hansen f.1923 6) Jenny Hansen f.1925 7) Hjørdis Hansen f.1931 8) Jastrid Hansen f.1935.

Les grein i Tíðindablaðnum frá 1. november 1974

 

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
This message is only visible to admins.
Problem displaying Facebook posts. Backup cache in use.
Error: Error validating access token: The session has been invalidated because the user changed their password or Facebook has changed the session for security reasons.
Type: OAuthException
Hugfarslig løta umborð. Hanus í Glasstovu og NielsJuel Arge.
Hanus í Glasstovu í Árnafirði var føddur í 1892 og fór til skips sum 15 ára gamal. Hann var til fiskiskap í 35 ár, men legðist so heima og fór at rógva út og arbeiða fisk. Samrøðan varð tikin upp í 1976.
Hanus var fimtur burturúr einum systkinaflokki upp á 12. Teir báðir yngstu dreingirnir doyðu ungir. Pápin var úr Árnafirði og mamman úr Lamba.
Teir sóu eisini kóp á ferðini.
Hanus í Glasstovuni sigur frá, Niels juel spyr og Niklái Poulsen stýrur.

Vælkomin at deila