Sjómaður úr Skúgvi – heiðraður sum listamálari í Kalifornia

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

“Sjómaður úr Skúgvi – heiðraður sum listamálari í Kalifornia” – ein dokumentarisk ljóðmynd um sjómannin, krígssiglaran og marinumálaran Hanus Skálagarð.

Hoyr sendingina her

Hanus Skálagarð vaks upp í Skúgvi, sigldi í ein mansaldur og gjørdist víðagitin marinumálari í Kalifornia.

Sendingin byggir á tilfar og frásagnir frá Hjartvard Skálagarð og familjuni, samrøður hjá Niels Juel Arge og Kára Sólstein úr bandasavninum hjá útvarpinum, greinar úr bløðum og bókum, umframt annað keldutilfar úr Amerika.

Magni Arge legði til rættis.

Vælkomin at deila