Runt Viðoynna (1:3)
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvan Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er fyrsta sending.
Niels Juel Arge sigldi runt Viðoynna við Jógvan Heinesen, eisini kallaður smiðjurin, í 1975. Jógvan var føddur í 1900, og er sostatt javngamal við ein annan kendan viðoying nevniliga Christian Matras. Jógvan var til skips sum yngri, og lærdi jarnsmíð hjá pápanum og abbanum Heina Jógvan, sum hevði lært jarnsmíð á Skarði og á Skálatoftum. Jógvan festi 4 merkur burtur av Ónagerðishaganum í 1948, og livdi sum bóndi og útróðrarmaður. Hann var góður kvøðari, og hevði góða sangrødd, men tað er helst sum frágera frásøgumann, at flestu føroyingar minnast hann, frá sendingunum Runt Viðoynna, ið blivu sendar á heysti 1975. Smiðjurin doyði 89 ára gamal.