Runt Viðoynna (2:3)
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvan Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er onnur sending.
Í aðru sending við Jógvani Heinesen av Viðareiði fara vit norður um og sigla framvið fuglabjørgunum og hoyra frásagnir um, hvussu fuglaveiða fór fram, tá Jógvan var yngri og hvussu náttúran og gerandislívið er broytt síðani tá.
Vit hoyra m.a. um omanlopið við Skýgvoynna og Drangin, um Torvu, Rivið, Seyðtorvu og Urðina. Jógvan greiðir m.a. frá hvussu fuglaveiðan var skipað og stóru ávirkanina rottan hevur havt á veiðuna. Vit hoyra um teir seks sessirnar í Rivinum og um sessin Reyvin í Seyðtorvu, sum sambært Jógvani man vera ein av høvuðssessunum í øllum Føroyum.
Tvídrátturin um, hvat nú er hægsta forberg Enniberg ella Kunoyarnakkur verður eisini umrøddur, og har er Jógvan sjálvandi ivaleysur.