Runt Viðoynna (3:3)

Bólkur: Sendingar

Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvan Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er triðja sending.

Hoyr triðju sendingina her.

Í triðju sendingini sigla vit m.a.framvið Urðini, Eystara og Vestara Ketli, Fyri handan Mjóan og Oyggjaskorum, og vit eru eisini á Eiðsvík og Viðvík.

Jógvan sigur frá syrgiligu vanlukkuni í 1955, tá ein smádrongur datt oman á Viðareiði, og vit hoyra eisini um dramatisku ferðina, tá Jógvan sjálvur mundi dottið oman, men bleiv bjargaður í síðstu løtu. Greitt verður frá, hvussu rættindini til at veiða eru skipað, og hvussu nógv alt er broytt frá hansara ungu døgum, tá man brúkti hvønn møguleika at fara á fleyg til at tað nú mest eru weekendfleygingarmenn, sum hann tekur til.

Vit eru á Eiðsvík, har Jógvan greiðir okkum frá, hvussu útróðurin var skipaður har og eisini verða onkrar minniligar og dramatiskar løtur á Eiðsvík tiknar framm. 12 bátar gingu út av Eiðsvík, og tað var ikki so sjáldan, at allir komu søkklaðnir at landi.

Vit eru eisini inni í Viðvík. Vit hoyra um búsetingarætlanir í Viðvík og um Viðvík sum rekapláss, hvalvág og fiskimið. Jógvan greiðir frá einum summarið, tá víkin stóð so full í fiski, at menn høvdu trupult við at unna sær sjálvum svøvn.

Vælkomin at deila