Runt Mykines (3:3)

Bólkur: Sendingar

Ein góðveðursdag í 1978 fór Niels Juel runt Mykines saman við Martin Danielsen og Jens Joensen. Burturúr tí komu tríggjar sendingar.

Hoyr fyrstu sendingina her.

Í triðju sendingini sigla teir undir Borgardali og fara suðurum, og sigla fram við landi á suðursíðuni heim í bygdina. Martin sigur frá stórum lopið, tá fjallið heimanfyri Árnafjall leyp. Hann sigur eisini frá, tá menn fóru upp á Grønskorðadrang, og skipum sum hava siglt á land har um leiðir.

Martin hevur Niels Juel á hornunum, tá hann fortelur um ein lærara, sum ókunnugur við umstøðurnar leyp í fyllingina, tá hann skuldi upp á land í Mykinesi. Hann sipar til Niels Juel, sum fór út til Mykinesar á heysti 1941 at røkja starv sum læraravikarur eitt stutt skifti. Veðrið var so ólagaligt, at hann slapp ikki av aftur oynni fyrr enn á páskum í 1942. Hesa tíðina hevði hann tilhald uppi á Túvala.

Vælkomin at deila