Runt Mykines (1:3)

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Ein góðveðursdag í 1978 fór Niels Juel runt Mykines saman við Martin Danielsen og Jens Joensen. Burturúr tí komu tríggjar sendingar.

Hoyr fyrstu sendingina her.

Í fyrstu sendingini sigla teir fram við landi úr bygdini og vestur í hólman. Umframt staðarnøvn so fyllur fuglameingi og fuglaveiða nógv í samrøðuni við teir báðar.

Tá Martin og Jens vuksu upp í Mykinesi búðu upp í 180 fólk í Mykinesi. Martin Danielsen var sjómaður, til hann fór út í hólman at passa vitan.  Jens Joensen arbeiddi sum timburmaður í Sørvági, men var eisini seyðamaður, fjalmaður og bjargamaður í Mykinesi.

Vælkomin at deila