Á Slættanesi (1:2)
Á Slættanesi (fyrra sending) við Martin Eliassen, eisini nevndur Fuglafjarðar Martin.
Niels Juel Arge legði til rættis í 1978
Hoyr fyrra partin av sendingini her
Ein summardag í 1978 fór Niels Juel Arge við Fuglafjarðar Martin til Slættanesar, og undir Stórheyggi tóku teir upp samrøðuna um bygdina.
Á myndini situr Martin við endan á vegnum á Slættanesi á páskum 1975. Hann hevur verið við stongini eftir havhesti. Aftanfyri síggja vit Bláhamar.
Martin var føddur í Fuglafirði í 1911, men vaks upp hjá mostur síni á Slættanesi. Mosturin var barnleys, og Martin fór tíðliga til hennara at verða. Mamma Martin doyði seinni í barsilssong, tá hon átti tólvta barnið.
Martin var sjómaður frá ungum árum. Í 1931 var hann við ”Queen Victoriu”, tá ið hon í ódnarveðri fór á land í Meðallandsbuktini og gjørdist vrak. Hann tók seinni skiparaprógv og sigldi við slupp og trolarum. Seinni arbeiddi hann hjá SEV í Vestmanna og í fiski hjá Palla Olsen.