Frá stríðsárunum (4:15)
”Norðbúgvin” og ”Stella Argus” álopin og ”Carolinu Thordén” sleipað norður í Sundalagið.
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.
Sendingin viðger hendingar í februar og mars 1941. Hjalmar Joensen, Tórshavn, sigur frá túri við ”Guiding Star” á Hornafjørðin, har fleiri skip komu illa fyri í illveðri. Tá teir komu aftur í Nólsoyarfjørð sóu teir týskt flogfar bumba ”Carolinu Thordén”. Hjalmar Joensen fór av ”Guiding Star” hendan túrin, og hon spurdist ikki aftur frá næsta túri.
Esmar Fuglø var skipari á ”Norðbúgvanum”, sum fygldist við ”Stella Argus” heim úr Fleetwood í mars 1941. Hann greiðir frá, tá flúgvari leyp á trolararnar. Esmar Fuglø sigur eisini frá, tá ”Stella Argus” og ”Norðbúgvin” sleipaðu brennandi skipið ”Carolinu Thordén” av Nólsoyarfirði og norður í Sundalagið.
Petur Lindberg var meistari umborð á ”Stealla Argus” og sigur frá sama álopið sum Esmar Fuglø.
Jóanes Olsen, Hvalvík, greiðir frá, at í Hvalvík óttaðust tey, at flogfør fóru at leypa á har um leiðir, um ”Carolina Thordén” var løgd har norðuri.
Lisið verður eisini burturúr ”Eg minnist” hjá Edward Mitens um finnlendingar, sum komu í land av ”Carolinu Thordén”.