Frá stríðsárunum (14:15)
Poul Niklái Torkildshøj var á Borðuni, tá týskt flogfar leyp á og bumbaði radiohúsið í sor.
Tá týskt flogfar tveitti bumbur eftir “Smirli”, sum skipaði fólk og vøru í land til Skálavíkar, fór Tummas á Smirli upp á dekkið at skjóta eftir flogfarinum.
Bumbaðu Borðuna og særdu prest á “Smirli”
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981
Í sendingini verður greitt meiri frá ófriðinum í loftrúminum yvir Føroyar á heysti í 1941. Flogfør síggjast ofta yvir Føroyum og tey gera eisini um seg.
Einar tvær ferðir boða fólk frá, at tey hava sæð kavbát tætt undir landi, men meiri spyrst ikki burturúr tí.
10. november 1941 herjar ringasta landsynningsódn menn vita um síðani 1941. Minur skola upp á turt fleiri staðni, og stórur skaði hendir húsum eitt nú í Syðrugøtu og í Árnafirði. Í Mykinesi telja menn 25 minubrestir í eitt samdøgur.
22. november sleppur týskur flúgvari bumbum á Tvøroyri, sum elvir til húsaskaða. Tórálvur Mohr Olsen sigur frá (20 – 25 minutt).
2. desember 1941 loypa týskarar á Borðuna og bumba radiostøðina í spønir. Poul Niklái Thorkildshøj greiðir frá (27 – 38 minutt).
Sama dag verður “Smiril” álopin, tá hann skipaði upp farm og ferðafólk út fyri Skálavík. Tá stóð nógv á, tí nógv fólk var umborð, og fleiri vóru á ferð í land. Tummas á Smirli greiðir frá (38 – 49 minutt) álopinum, tá flogfarið tveitti tvær bumbur, sum fullu niður við skipinum, og hvussu hann skeyt eftir flogfarinum. Ein bretskur prestur var særdur, og “Smiril” mátti á beding. Tá hann kom aftur í sigling nakrar mánar seinni, var hann útgjørdur við kanón og tveimum maskinbyrsum at verja seg við.
Viggo á Mølini skipaði fólk og farm í land, tá flogfarið leyp á. Hann greiðir frá (49 – 54 minutt), hvussu hann upplivdi álopið.