Frá stríðsárunum (11:15)

Bólkur: Sendingar

Tað gekk eisini hart fyri seg í Sørvági í 1941. Dia á Vertshúsinum vardi “Vesturvarða” við maskinbyrsu, tá týskt flogfar leyp á. Ein bumba rakti “Vesturvarða”, men brast ikki, og onnur bumba brast tætt hjá Leon Heinesen og sprongdi ryssuna í luftina.

Bumbaðu “Vesturvarða” og sprongdu ryssuna hjá Leon í luftina

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.

Hoyr sendingina her.

Í sendingini greiðir Niels Juel frá teimum hendingunum, sum hann skrivaði upp í dagbók sína í september 1941.

Týsk flogfør lupu fleiri ferðir á við bumbum og maskinbyrsum henda mánaðin. Eitt nú varð troppaskipið “Lock Garry” bumbað stutt suður úr Borðuni 17. september. Ein bumba lá óbrostin í einum kamari, so skipið vendi aftur á Havnina at fáa hana avmonteraða.

Týsk flogfør bumbaðu tvær ferðir í Vestmanna og tvær ferðir í Sørvági henda mánaðin. Suni Traber og Gudmund Olsen á Válinum greiða í sendingini frá álopunum í Vestmanna, tá “Fram” sakk og skonnartin “Hanna” fekk stóran skaða.

Leon Heinesen greiðir frá ágangandi álopi á “Vesturvarða”, sum lá við kei í Sørvági. Hóast Dia á Vertshúsinum vardi “Vesturvarða” við maskinbyrsu, so rakti ein bumba og fór gjøgnum hvalabaki, men brast ikki. Ein onnur bumba brast á landi og sprongdi ryssuna hjá Leon í luftina.

Vælkomin at deila