Frá stríðsárunum (13:15)
Tað leikaði framvegis hart á um mánaðarskiftið oktober/november 1941. Hans Jacob Johannesen greiðir frá, tá eitt týskt flogfar leyp harðliga á “Falkin” á Sandsvág. Í Havn sá Ove Mikkelsen flogfar tveita bumbur eftir norskum hvalaskipið og ein norskan sjómann falla fyri týskum kúlum. Í Klaksvík rakti eitt flogfar Polarstjørnuna sum sakk.
“Falkurin” álopin, “Polarstjørnan” søkt og norðmaður fall í Havn
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.
Í sendingini verður greitt frá fleiri bumbuálopum um mánaðarskiftið oktober/november 1941. Týsk flogfør sleptu bumbum eftir skipum bæði í Vestmanna, í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn.
Mykineshólmur varð aftur álopin 30. oktober. Elias Lið var staddur har tá og greiðir frá hendingini.
Sluppin Falkurin lá á Sandsvág 31. oktober 1941, tá ið týskt flogfar leyp á teir við bæði bumbum, maskinbyrsum og hondgranatum. Skipið fekk stóran skaða, men mannskaði var at kalla eingin. Skipari var Hans Jacob Johannesen, og hann greiðir frá hendingini.
Hans Jacob sigldi øll krígsárini til Aberdeen við fiski, og í sendingini greiðir hann frá krígssigling, minubeltum og ymiskum hendingum, sum honum var fyri í siglingini.
8. november 1941 var ein skaðadagur. Í Klaksvík rakti bumba Polarstjørnuna, so at hon sakk, og í Havn slepti eitt týskt flogfar fýra bumbum, tá ið tað leyp á ein norskan hvalabát. Ein norðmaður, sum royndi at skjóta eftir flogfarinum, varð raktur í bringuna við maskinbyrsuskotum og doyði av løstunum. Ovi Mikkelsen sá hendingina, og hann greiðir frá henni.