Fór út av eggini og hekk á stongini – úr bjargasøguni í Fugloy
Í sendingini hoyra vit Nikláa Poulsen og Absalon Lydersen siga frá úr bjargasøguni í Fugloy. Niklái Poulsen sigldi runt Fugloynna við Niels Juel Arge ein summardag í 1974 og segði frá ymiskum um bjargalív og og fuglaveiði í Fugloy.
Eitt nú frá dramatisku hendingini við Kjálkan í Norðbergi í 1954, tá hann fór glíðandi útav eggini á høgum bergi, men fekk um stongina, sum Absalon Lydersen slongdi honum.
Tað gekk bara lítil løta frá tí, at Niklái hevði sagt frá tilburðinum, til Absalon av tilvild sigldi uppá prei við seksmannafarinum “Morgunstjørnuni”, sum hann var farin á flot við. Burturúr tí spurdist ein áhugaverd samrøða millum teir báðar og Niels Juel.
Magni Arge, sum eisini hitti 88 ára gamla Absalon Lydersen í vár, legði sendingina til rættis. Høgni Fagraberg stóð fyri teknisku framleiðsluni.