Út um Oyggj við Dáva í Hesti
Út um Oyggj við Dáva í Hesti. Sending í tveimum pørtum frá 1978 hjá Niels Juel Arge
Hoyr fyrra part av sendingini her
Hoyr seinna part av sendingini her
Dávur í Hesti, sum var doyptur Hans David Poulsen (1904 – 1983), var tiltikin bakkamaður og síðsti bakkamaður í Hesti.
Hann misti bæði pápan og eldra beiggan vanlukkudagin í 1919, tá tveir hestbátar gingu burtur við ellivu monnum. Eftir sótu mamman, tvær yngri systrar og Dávur. Hann var tá elsti maður í húsinum, hóast bara 14 ára gamal, og noyddist at taka alt mannfólka arbeiði upp á seg.
Dávur var bakkamaður frá ungum árum. Klæmint Johannesen legði honum lag á og tók hann við sær, tá hann var um 16 ára gamal. Kristian Osvald Viderø skrivar, at hann var sum skaptur til at ganga í fjøllum og síða í bjørgum. Hann var lættur á fótum og klófastur í berginum.
Dávur róði eisini út sum ungur, og fór seinni til skips um várarnar, meðan hann skar torv, slerdi og hoyggjaði um summarið og gekk fjøllini um heystið.
Hann flutti seinni til Havnar, tá hann sum tilkomin giftist Hannu í Fjósi. Í Havn laðaði hann garðar og róði út, men frá ólavsøku og út á heystið var hann úti í Hesti.
Í 1978 vóru Niels Juel Arge og Dávur í Hesti undir Hestoynni við ”Veiðibjalla”, sum Jógvan Joensen uppi í Stovu átti og førdi.
Dávur sigur frá staðarnøvnum, bjørgum, rókum, gjáum, fuglalívið, fuglaveiði, lesningi og fleiri søgum og serligum tilburðum. Eitt nú tá hann hekk í eini 70 favna línu, og tað gekk strilti hjá monnum at hála hann niðan á slætt, tí fongurin var so stórur. Men fer kom á, tá neytakonurnar tóku um endan.
Viðmerkingar:
J. C. Poulsen skrivar um feigdardagin í 1919 á s. 109 í Hestsøgu
https://www.facebook.com/media/set/?vanity=nielsjuel.fo&set=a.130594678762930