Undir Sørvágsbjørgunum (1:2)

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Niels Juel fekk Winther Lauritsen við sær eina ferð fram við Sørvágsbjørgunum í 1984. Sonurin John Ziska Lauritsen førdi bátin, og Finnbogi Johannesen tók upp.

Winther var bjargamaður og røktingarmaður og kendi tí bjørgini væl. Í kirkjubókini er hann skrivaður Thomas Johan Winther Lauritsen, men var vanliga nevndur Winther. Hann var giftur Elsu Sofíu fødd Dahl. Tey fingu børnini Oddmar, Niclas, Konrad, Noomi, Edvin og John.
Hann var føddur ólavsøkuaftan 1909 og legði árarnar inn 12. apríl 1990.

 Hoyr fyrra partin av sendingini her.

Vælkomin at deila