Teir sigldu úti 3 er tøk sum ljóðbók
Niels Juel Arge skrivaði fimm bøkur í røðini Teir Siglu úti um føroyingar, sum sigldu úti undir seinna heimsbardaga. Nú er triðja bókin í røðini tøk sum ljóðbók á nielsjuel.fo.
Fleiri enn 200 føroyingar sigldu við donskum og norskum skipum, tann 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Hetta er søgan um annan heimsbardaga á heimshøvunum sæð frá skipi við føroyskum eygum, samstundis sum hetta er føroysk søga, ið røkkur aftur í hvønn krók í Føroyum.
Í triðju bókini eru fleiri frásagnir frá monnum, sum sigldu úti undir krígnum. Eitt nú um korini, sum føroyingar livdu undir í kinesiska býnum Shanghai tey fimm stríðsárini. Har var kríggj millum japanarar og kinesarar, og sjómenn kundu ikki vænta at sleppa við lívinum, komu teir í kløtur við myndugleikarnar. So galið bleiv tað ikki hjá argjamanninum Leander Mortensen og mykinesmanninum Brinch Jacobsen, men hjá teimum var nóg ringt kortini.
Magni Arge lesur “Teir sigldu úti 3”.