Tá Locatelli lendi á Havnarvág
Fyrst í 20. øld vóru flogfør ógvuliga sjáldsom, og í Føroyum vóru tey rárasti gestur.
Havnarfólk vóru tí ikki sørt ovfarin, tá tey fríggjakvøldið 15. august í 1924 hoyrdu eina fjara surran í ein landsyning sum av eini skinnflugu, og ein stórur grindalokkur í somu løtu dagaði upp sunnan fyri Nólsoynna.
Hann, ið kom á vitjan, var italski flogskiparin, Antonio Locatelli, sum var á ferð millum Evropa og Amerika. Flogfarið var ein Dornier Wal-sjóflúgvari, sum var bygdur á skipasmiðjuni í Pisa í Italia.
Antonio Loctatelli fleyg í ein boga niðan ímóti Boðanesi og helt síðan leiðina suður í fjørðin. Har setti hann seg og sigldi inn ímóti Tinganesi. Skjótt fyltust vágirnar við bátum sum í grindadrápi, tí fólk vóru so forvitin.
Arthur Brend, sum var tannlækni í Havn, helt røðu fyri Locatelli og hansara manning, og mannamúgvan rópti eitt rungandi hurrá. Almenn móttøka var ongin, tí amtmaðurin var til havnarvígslu á Tvøroyri. Býráðið var heldur ikki fyrireikað, tí ongin visti, nær Locatelli kom.
Locatalli varð boðin inn á Sjómansheimið, har røður vórðu hildnar. Síðan fóru gestirnir ein túr ígjøgnum Havnina og út á pensionatið í Tinganesi hjá Frøken Nicodemussen, har teir gistu.
Kl. 09.00 leygarmorgunin fóru Locatelli og hansara menn á flog aftur. Teir hildu leiðina yvir Kirkjubøreyn og komu til Hornafjarðar í Íslandi tríggjar tímar seinni. Men tá teir fóru víðari, gekst ikki so væl í Grønlandsfjørðinum.
Um hetta og onnur avrik hjá Antonio Locatelli kann lesast meira í ”Føroyar í flogsøguni” frá 2010.
Flogfarið hjá Locatelli var tað fyrsta, sum lendi í Føroyum, men ikki tað fyrsta, sum sást.
Tann 3. august í 1924 høvdu fólk sæð eitt amerikanskt hernaðarflogfar yvir Sumbiarbygd. Amerikanska flogfarið slepti einum boðum yvir bygdina um, at eitt annað flogfar hevði sett seg á sjógvin, og at krússarin ”Richmond” skuldi fara tí til hjálpar.