Í Stóru Dímun í 1974 – 1. partur

Bólkur: Sendingar

Tvær reisur vóru Niels Juel Arge, Marius Rein og Johan Isholm í Stóru Dímun fyri útvarpið í 1974. Har tosaði Niels Juel við bóndahjúnini, Janus og Kinnu úr Dímun. Fyrra ferðin var í juli, meðan fuglurin klakti, og seinna ferðin, tá teir tóku skurðin

Í hesi fyrstu sendingini av trimum leggja Niels Juel og Janus fyri á Gjónni, áðrenn teir fara runt oynna. Tann mest brúkta lendingin er á Gjónni. Hon er brimpláss, men har er gott at koma at, tí djúpt er.

Ein bátsvanlukka hevur tó verið har. Tveir froðbingar druknaðu, tí ókyrt var, og báturin holvdist. Hetta var í tíðini, tá langabbi Janusar, Óla Jákup, var bóndi í Dímun. Hann tók við festinum miðskeiðis í 19. øld. Hann var úr Dali.

Røkur eru ikki í Dìmun sum í Skúvoy. Talan er mest um eygu, sigur Janus, men sigini kundu vera góð. Tá Nordenskjold tók film upp í oynni í 1927, fingu teir 1.500 egg í einum sigi.

Janus nevnir, at nógvur kópur kann vera kring oynna. Eina ferð taldi hann 68 kópar á helluni. Teir báðir verða samdir um, at lítil nytta er í kópi. Húðaskógvar úr kópaskinni brúkar ongin longur, tó at kvinnur kunnu lata seg í kópaskinskápur.

Janus heldur, at byrsa og bátur undir landi ræða fugl á hellum og í bjørgum. Hellufuglur sæst nærum ikki, og lomvigin er minkaður niður í ein triðing. Í oynni eigur bara eitt skúgvapar. Nógvur havhestur er kortini.

Stóra Dímun er 2,65 ferkilometrar til støddar og 395 metrar høg. Sjálv búsetingin er í 100 metra hædd. Oyggin er nevnd í Føroyingasøgu í sambandi við, at Brestir og Beinir vórðu dripnir.

Janus úr Dímun varð føddur í 1924 og andaðist 94 ára gamal í 2018. Hann var ikki ársgamal, tá hann misti pápa sín í syrgiligari vanlukku í juni 1924. Pápin fekk ein stein í høvdið, meðan sigið varð fyri vitjandi gestum.

 Hoyr sendingina her

Vælkomin at deila