Systrarnar undir Kletti flyta til Kalifornia
Seinni partur av dokumentarisku ljóðmyndini “Fýra føroysk systkin í Sacramento”. Vit hoyra um systrarnar hjá Nickels Joensen, sum, í búnum árum, eisini flyta til USA.
Nickels Joensen, sum vit hoyrdu um í fyrra partin av dokumentarisku ljóðmyndini “Fýra føroysk systkin í Sacremetno”, hevði tríggjar eldri systrar.
Allar vóru tær seymikonur í Havn, men í búnum árum tóku eisini tær stóra stigið at flyta av Reyni við Eystaruvág yvir til beiggjan Nickels á amerikonsku vesturstrondini.
Burturúr skjølum, bløðum og brøvum fáa vit eina fatan av longu ferðini úr Føroyum til Kalifornia, hvussu systkini kláraðu seg, samskifti tey høvdu við beiggjan Hans Joensen í Havn, og hvussu tað gekst teimum øllum.
Magni Arge stóð fyri rannsóknum, skrivaði og legði til rættis.