Sverri Dahl sigur frá víkingagravunum í Tjørnuvík
Veðrið var gott, tá Niels Juel Arge í august 1983 fór til Tjørnuvíkar saman við Sverra Dahl, fornfrøðingi, at frætta nærri um víkingagravirnar har. Víkingagravirnar í Tjørnuvík vóru tær fyrstu, sum vórðu funnar í Føroyum. Hetta var í apríl 1955, tá tveir 12 ára gamlir smádreingir, Esbern Heinesen og Guttorm Simonsen, spældu Yviri í Trøð við ein vallaðan rygg, har grivið var
Tá teir tóku nakrar steinar úr beninum, sóu teir fleiri bein. Teir skundaðu sær heim at siga frá, og pápi Esbern, Jákup Heinesen, kom at kanna málið. Hann staðfesti, at talan mundi vera um mannabein. Lækni staðfesti síðan, at talan var um ein lærlegg.
Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, kom upp í leikin, tá lendið skuldi kannast nærri. Sverri Dahl og hann komu niður á ein mølheygg. Haðani gróvu teir seg niður á fyrstu grøvina, sum teir nevndu Grøv nr. 1.
Malargrót lá kring beinagrindina, so talan var um eina steinkistu, sigur Sverri Dahl. Skølturin, lærleggirnir og armarnir vóru varðveittir. Beinagrindin var av einum konufólki, sum var 1,50 m til hæddar. Høvdið vendi norðureftir, og hetta bendi greitt á norskan gravsið.
Í Grøv nr. 4 funnu teir ein ringprón, sum var festur í eitt klædnaplagg. Ringprónurin var endaliga prógvið um, at gravirnar vóru úr víkingaøld, tvs. um ár 800-1050.
Johannes Johansen, plantufrøðingur, gjørdi eisini kanningar á staðnum og staðfesti, at korn hevði verið velt nærhendis. Fólk hava búð í Tjørnuvík í 900-talinum, sigur Sverri Dahl í sendingini.
Sverri Dahl varð føddur í 1910 og doyði í 1987. Hann var landsantikvarur og stóð fyri mongum fornfrøðiligum rannsóknum í Føroyum. Sverri gjørdist studentur í Sorø í 1928 og assistentur hjá Føroya Forngripafelag í 1940. Sama ár stóð hann fyri síni fyrstu fornfrøðiligu rannsókn í Syðrugøtu.
Í 1942 skipaði hann fyri rannsókn í Kvívík, har komið varð niður á víkingabústaðir.
Løgtingið samtykti lóg um Føroya Fornminnissavn, nú Tjóðsavnið, í 1952. Tá gjørdist Sverri Dahl landsantikvarur. Hann taldist millum teirra, sum skipaðu fyri rannsóknunum í Kirkjubø frá 1953 til 1956, tá føroyingar, danir og norðmenn gróvu út har.