Runt Svínoynna við Jukim Olsen (4:4)

Bólkur: Sendingar

Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu tríggjar sendingar við frásøgnum um Svínoynna

Hoyr fjórðu sendingina her.

Jukim var tikin úr leikum sum frásøgumaður og segði frá søgum og staðarnøvnum á drangum, rókum, gilum, nesum, fjøllum og bakkum og hendingum, sum knýta seg til teirra.
Hann hevði stóran áhuga fyri søgu og slekt og slepti ongantíð eyðkenda svínoyarmálinum, hóast hann sigldi úti í fleiri ár og seinni búsettist í Havn.
Jukim lærdi fyrst til skipsførara og sigldi úti í nøkur ár, men flutti so heim og sigldi við “Reyða krossi”, áðrenn hann tók upp starv sum landmátari á Matrikulstovuni.
Hann var sonur Elsebeth Malenu og Jógvan á Geilini í Svínoy, og giftist Elsebeth Sloan í Havn. Jukim, sum eisini hevði sína dagligu gongd í Ebenezer, var einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abbanum Jústines og ommuni Katrinu Malenu.

 

Vælkomin at deila