Runt Skúvoynna (2:3)

Bólkur: Sendingar

Kjartan og bróðursonurin Óla Jákup hava tikið ímóti Niels Juel og stima út til Skúvoyar.

Í 1975 vóru Niels Juel og Kjartan Hentze á ferð runt Skúvoynna við mikrofon. Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Kjartan hevði posthúsið í Skúgvi og førdi í mong ár postin yvir um fjørðin við postbátinum Sigmundi. Hann var føddur í 1912 og giftur við Súsannu Joensen úr Skúgvi. Tey áttu børnini Vónbjørt,, Meinhard, Óla Sveinbjørn og Óluvu.

 

 Hoyr annan part av sendingini her.

Vælkomin at deila