Runt Skúvoynna (1:3)
Post Date: 20/12/2020
Í 1975 vóru Niels Juel og Kjartan Hentze á ferð runt Skúvoynna við mikrofon. Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Kjartan hevði posthúsið í Skúgvi og førdi í mong ár postin yvir um fjørðin við postbátinum Sigmundi. Hann var føddur í 1912 og giftur við Súsannu Joensen úr Skúgvi. Tey áttu børnini Vónbjørt,, Meinhard, Óla Sveinbjørn og Óluvu.