– Onki øki til flogvøll í Føroyum
Undir seinna heimsbardaga strongdi bretski herflotin á at gera flogvøll í Føroyum, men loftverjumálaráðið helt Føroyar vera óegnaðar til flogvøll. Herflotaleiðslan fekk tó sín vilja, stendur í bretskari frágreiðing frá apríl 1943
Frágreiðingin “Air Base In The Faroes” samanfatar í stuttum gongdina í flogvallarmálinum og sæst í krígsdagbókunum fyri Vágar, sum nú eru almennar á www.nielsjuel.fo.
Winston Churchill kunngjørdi 11. apríl í 1940, at Føroyar vóru í ferð við at verða hersettar. Tá var hann framvegis flotamálaráðharri. Hann segði, at bretar fóru at gera seg galdandi í Føroyum bæði sjóvegis og í luftini.
Tann 12. apríl komu tvey bretsk skip á Havnina og boðaðu frá, at hersetingin, Operation Valentine, var sett í verk, og dagin eftir komu hermenninir.
Eitt kanningarlið var við frá byrjan at vita, um flogvøllur kundi gerast í Føroyum. Niðurstøðan gjørdist, at tað bar ikki til.
Spurningin tók herflotaleiðslan uppaftur við ráðharran í flogmálum tann 23. mai í 1941.
Loftverjumálaráðið svaraði 2. juni, at ætlanin var ógjørlig at fremja í verki, tí ongi hóskandi øki vóru í Føroyum at gera flogvøll á, og haraftrat var veðrið í oyggjunum óvanliga ringt.
Málið varð umrøtt fleiri ferðir eftir hetta, og loftverjumálaráðið helt allatíðina ímóti.
Herflotaleiðslan tók aftur málið upp 6. oktober 1941 og segði, at flogvøllur kravdist til at flúgva kanningarferðir, elta kavbátar og hýsa stríðsflogførum at verja oyggjarnar og skáka langtrøkkandi fíggindaflogfør.
Eisini skuldi flogvøllurin virka sum millumstøð á leiðini millum Kanada-Grønland-Ísland-Stórabretland.
Endin gjørdist, at Air Ministry mótmælandi góðtók 8. oktober í 1941, at arbeiðið upp á flogvøllin skuldi byrja á vári 1942.
Kannað varð, hvørji øki vóru best egnað til flogvøll. Fyrst góðtók War Office í London, at hann kundi gerast í Sandoynni.
Síðan kom hersetingarvaldið við Leo Maxton á odda eftir, at Vágar hóskaðu betur, tí atkoman var frægari, og har kundu vera bæði land- og sjóflúgvarastøð.
Tann 2. mars í 1942 varð so gjørt av, at flogvøllurin skuldi byggjast í Vágum.
Í frágreiðingini um flogvallarmálið, sum er skrivað 13. apríl í 1943, verður tikið saman um kjakið í sambandi við flogvøllin.
Har sæst m.a., at fleiri hava hildið, at innflúgvingin til flogvøllin er vandamikil í vanligum líkindum og lívshættislig í ringum líkindum.
Fimta bók í røðini um stríðsárini greiðir gjølla frá flogvallarmálinum. Har sæst, at Leo Maxton vitjaði aftur í 1947. Tá harmaðist hann um, at flogvøllurin ikki varð brúktur.
“The project was my baby, really,” segði hann.
Kom hann aftur í dag, nú 400.000 fólk fara um flogvøllin vanlig ár í hátøkniligum flogførum við sergjørdari innflúgvingartøkni, hevði hann ivaleyst fegnast.
Frágreiðingin stendur á síðu 9-13 í: Flogstøðin í Vágunum – AIR 20/1039