Jóan Magnus í Hússtovu sigur frá útróðri

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Tvær samøður eru við Jóan Magnus í Hússtovu (Eliasen) úr Mikladali í bandagoymsluni. Tann eldra er ikki rættiliga dagfest, men hon er helst tikin upp í fimti árunum. Johan Nielsen tók upp fyrru samrøðuni, sum Niels Juel greiddi til sending. Niels Juel var framvið aftur hjá Jóan Magnusi í 1980.

Jóan Magnus Eliassen ella gamli Magnus í Hússtovu varð føddur í Mikladali í 1890, og har búði hann alt sítt lív, til hann doyði næstan 100 ára gamal í 1989. Foreldur hansara vóru Líggjas, kongsbóndi í Hússtovu og Jóhanna, sum var ættað av Húsum.

Magnus tók við festinum í Hússtovu eftir pápan, og hann giftist í 1919 við Mathildu Christiansen, sum varð ættað úr Leirvík. Umframt at verða bóndi hevði Magnus í Hússtovu postavgreiðsluna í Mikladali um hendi frá 1920 til í 1960. Magnus var deknur í Mikladals kirkju í fleiri áratíggju, men mátti gevast, tá eyguni fóru at bila miðskeiðis í 1980-unum.

Hoyr sendingina her 

Vælkomin at deila