Frá stríðsárunum (3:15)

Bólkur: Sendingar

Eldur kom í finska skipið “Carolinu Thordén” í Nólsoyarfirði, tá týskt flogfar slepti brandbumbum niður á skipið.

Um hendingar í Føroyum undir øðrum heimsbardaga.

Niels Juel Arge legði til rættis í 1981

Hoyr sendingina her.

Í sendingini verður greitt meiri frá, hvussu menn vóru bjargaðir frá ”Lincoln City”, sum sakk á Havnarvág.  Eitt nú um Niklas í Kunoy, sum einsamallur róði út og bjargaði trimum monnum. Petur Nielsen greiðir frá, hvussu teir á sjómansskúlanum drógu bát úr neysti í Álakeri.

Dánjal Johan Vestergaard sigur frá tilburðinum á Hornafjørðinum, tá fleiri skip endaðu uppi á landi og ”Heimdalur” varð vrak.  Greitt verður eisini frá, tá manningin varð bjargað av ”Research”, sum sakk.

Palli Joensen, Vestmanna, sigur frá ferðini, tá “Vesturvarði” bjargaði grikskum sjómonnum av ”Mentor”.

Várið 1941 vóru føroysk skip fyri fleiri álopum. Sagt verður frá feigdarferðini, tá ”Milly” og ”Ekliptika” hvurvu á heimleið úr Aberdeen. Johan Lamhauge, Lamba, sigur frá álopinum á ”Lítlu Emmu” var, og Poul Streymoy, Vestmanna, sigur frá, tá ”Beinisvørð” varð álopin og sakk.

Martin Tórgarð, Nólsoy, greiðir frá flogálopinum á finska skipið “Carolinu Tordén” í Nólsoyarfirði, og Poli í Mattalág var tætt hjá, tá flogfari slepti bumbum í Mattalág.

Vælkomin at deila